Innanlands

Koronukanningarnar flyta á Eystaru Bryggju

Mánadagin flyta kanningarnar av Eirargarði, neyðugt er at bíleggja sær tíð á korona.fo, og ongar kanningar verða gjørdar hósdag og sunnudag

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-10-03 14:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin flyta koronukanningarnar av Eirargarði oman á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longu bíðirøðunum skulu øll, ið vilja at lata seg kanna, bíleggja tíð frammanundan. Bíleggingin fer fram á heimasíðuni korona.fo.

Síðani fyrst í augustmánað hevur Eirargarður verður karmur um koronukanningar hjá Sjúkrahúsverkinum. Hóast bíðirøðirnar viðhvørt hava verið langar, so hevur hetta yvirhøvur riggað væl og umstøðurnar hjá starvsfólkum og teimum, ið hava latið seg kanna, hava verið nøktandi.

Seinastu vikurnar hevur verið meiri illfýsi veður, og tjaldið, ið áður hevur vart starvsfólkini fyri avfalli, kann ikki nýtast í nógvum vindi og er tikið burtur. Hetta er ikki haldgóð støða, og hevur Sjúkrahúsverkið í eina tíð leitað eftir brúkiligum hølum at hýsa koronakanningunum, nú veturin nærkast.

Minnist til at bíleggja tíð til kanning, møtið stundisliga – og tak kvittanina við
Tað er í hesum sambandi, at Sjúkrahúsverkið nú tekur upp samstarv við Smyril Line um koronakanningarnar. Ítøkiliga merkir hetta, at kanningarnar frá fríggjadegnum verða gjørdar á Eystaru bryggju í høllini skamt frá Farstøðini.

Øll, sum vilja lata seg kanna, skulu bíleggja tíð til koronukanning inni á korona.fo. Hetta verður gjørt í talgildari bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini, hava møguleika at ringja á 304545 og fáa hjálp.

Tá tú hevur bílagt fært tú eina kvittan á telefonina og teldupost. Tað er umráðandi at hava hesa við sær oman í bilrøðina á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.

Samstarv við Smyril Line og Thetis
Tað verður tó framvegis Sjúkrahúsverkið, sum hevur evstu ábyrgd av koronukanningunum og fólk frá Landssjúkrahúsinum koma at tryggja at øll viðurskifti kring kanningarnar hava neyðugu dygdina.

Uppgávan hjá Smyril Line verður at hýsa kanningunum, skipa ferðsluna á økinum og annars skipa fyri, at øll, ið bíleggja eina tíð til kanning, verða kannaði. Avtalað er samstundis gjørd við Thetis, at tað verða royndu starvsfólkini hjá kanningarstovuni, sum fara at pota.

Koronakanningarnar órógva ikki virksemið á keiøkinum
Nógv virksemi er á Eystaru bryggju, men tað eru eisini løtur, tá virksemið er minni. Tað er í hesum tíðarbilum, at koronukanningarnar verða gjørdar. Upplatingartíðirnar verða hesar:

Mánadag kl. 17-19
Týsdag kl. 20-22
Mikudag 17-19
Fríggjadag 19.30-21.30
Leygardag 16.30-18.30

Ongar kanningar eru hósdag og sunnudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder