
Koppsetingin fyri koronu hjá AstraZeneca hevur verið sett í samband við fleiri tilburðir av blóðtøppi kring Evropa. Hetta hevur havt við sær, at millum annað Danmark, Noreg og Svøríki ikki hava vilja nýtt hetta slagið av koppseting, og fyrr í vikuni varð samanhangurin meira ella minni staðfestur.
Les eisini: EMA: Koppsetingin hjá AstraZeneca hongur saman við blóðtøppum
Nú er eisini greitt, at fýra tilburður av óvanligum blóðtøppum eru skrásettir hjá fólki, sum eru koppsett við Johnson & Johnson koppsetingini.
Hetta er koppsetingin, ið verður framleidd í USA, og sum danir hava keypt átta milliónir skamtir av. Tær fyrstu 40.000 skamtirnir koma í næstu viku, og sambært Anders Heissel, ið er heilsugreinari hjá DR, er ivasamt um hetta fær nakrar avleiðingar fyri donsku koppsetingarætlanina.
EMA skal fyrst staðfesta, um tað er beinleiðis samband ímillum koppseting og blóðtøpp. Ein av persónunum, ið varð koppsettur við Johnson & Johnson, doyði av blóðtøppunum.
Føroyar fáa skamtir úr Danmark, og danir rinda eisini fyri koppsetingina, ið føroyingar fáa. Higartil hevur talan verið um Pfizer/BioNTech koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald