Uttanlands

EMA: Koppsetingin hjá AstraZeneca hongur saman við blóðtøppum

Umboð fyri evropeiska heiluvágsmyndugleikin hava umrøtt støðuna og ætlanina framyvir á fundi í dag

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-04-06 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í eina tíð nú hevur ivamál verið um koppsetingina fyri koronu, sum AstraZeneca hevur framleitt. Fyrst vóru trupulleikar við at framleið nóg mikið og senda koppsetingarnar til tíðina, men álvarsligi spurningurin stakk seg síðani upp: Er nakað samband við koppsetingina og blóðtøpp.

Tað hevur víst seg í fleiri londum, at fólk sum eru rakt av blóðtøppum, eru koppsett fyri koronu stutt framaundan. Hetta hevur sjálvsagt elvt til stúran, og tað hevur gjørt, at millum annað Danmark og Noreg ikki vilja nýta AstraZeneca longur. 

Les eisini: Tryggari at koppseta enn at lata vera

Evropeiski heiluvágsmyndugleikin, EMA, hevur ikki víst aftur, at tað kann vera ein samanhangur, men hevur víst á, at tað framvegis er trygt at lata seg koppseta. Tó hevur EMA ikki staðfest samanhangin - fyrrenn nú: 

- Eg haldi, at vit nú kunnu siga, at tað er greiður samanhangur millum blóðtøpparnir og koppsetingarnar hjá AstraZeneca 

Hetta sigur Marco Cavaleri við italskar miðlar í dag, og tað er oddamaðurin fyri koppsetingarætlanina hjá ES siteraður fyri í altjóða miðlum. Cavaleri staðfestir, at orsøkin samanhangin er ókend, og at fyrimunirnir við koppsetingini framvegis eru størri enn vansarnir.  

Tó skal okkurt gerast við støðuna, og bólkurin, sum ger koppsetingarætlanina, leggur eina nýggja ætlan í løtuni, sum verður kunngjørt seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder