- Tá fólk koma á Havnina við Norrønu ella við flogfarinum í Vágunum, fáa tey eitt sóttarhaldsskjal, har tey verða biðin um at skriva undir uppá, at tey hava skilt, at myndugleikarnir. ynskja at tey skulu í sóttarhald í 14 dagar. Síðani verður fylgt upp uppá, hvussu tey hava tað, og um tey halda tað. Hetta verður gjørt við, at ein lækni ringur til tey.
Soleiðis greiddi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá, á tíðindafundi mikudagin. Trýst hevur verið lagt á landsmyndugleikarnar fyri at seta kravt sóttarhald í verk fyri fólk, ið koma til landið. Hetta verður tó ikki gjørt - fyribils. Hetta stigið við sóttarhaldsskjalinum varð mett at verða tað, sum hóskar best í verandi støðu.
Les eisini: Skulu nú skriva undir eitt sóttarhaldskjal
Í gjár varð innslag í Degi&Viku um, at hetta ikki er sett í verk, og í døgurðatíðindunum hjá Kringvarpinum gjørdi løgmaður greitt, at seinastu dagarnar eru nýggjar upplýsingar komnar, sum gera, at tað ikki er neyðugt við undirskrift:
- Tað er ikki neyðugt hjá løgregluni at fáa undirskriftir hjá øllum, fyri at lata upplýsingar um ferðandi til heilsumyndugleikarnar. Hetta hava vit funnið útav í vikuskiftinum, og tað ger at vit sleppa undan at brúka eyka orku til undirskriftir, tí heilsumyndugleikarnir fáa framvegis sett set í samband við fólk, sum koma til landið.
Hetta var boðskapurin hjá løgmanni um støðuna. Hann segði eisini, at politiski viljin var til at testa fólk, tá tey koma fyri korona, men at heilsumyndugleikin hevur rátt frá hesin.
Hoyr alt innslagið her
Innanlands
Kortini ikki neyðugt við undirskrift
Sóttarhaldsskjalið nýtist ikki at hava undirskrift á, fyri at løgreglan kann lata heilsumyndugleikunum upplýsingar
2020-05-05 17:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald