Innanlands

Kortnýtslan hjá føroyingum hægri í 2025

Tað tykist at vera ein alsamt størri partur av kortnýtsluni, sum verður nýttur uttanlands

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-09 16:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kortnýtslan hjá føroysku húsarhaldinum var eitt vet hægri fyrra hálvár 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024.

Gongdin mánað fyri mánað í 2025 var meinlík gongdini undanfarin ár.

Í 2024 sæst eitt fall í kortnýtsluni í juni mánaði, ið stavar frá verkfallinum, sum elvti til, at tað manglaðu vørur í føroysku handlunum.

[object Object]

Tað tykist at vera ein alsamt størri partur av kortnýtsluni, sum verður nýttur uttanlands.

Fyrsta hálvár 2023 varð 28% av kortnýtsluni nýtt uttanlands, í fyrra hálvár 2024 var kortnýtslan uttanlands 30%, og fyrstu 6 mánaðirnir í 2025 vórðu 32% av kortnýtsluni nýtt uttanlands.

Havast skal í huga, at kortnýtslan uttanlands ikki bert fevnir um nýtslu í sambandi við ferðing uttanlands, men eisini millum annað um hald av stroymingtænastum, spølum á netinum og vørukeyp á útlendskum heimasíðum, ið bæði kann vera smærri upphæddir og størri keyp, sum til dømis møblar ella køkar, ið verða keyptir beinleiðis á útlendskum heimasíðum.

Búskaparráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder