Eftir ein stuttan støðg á Lanzarote at gera neyðugar umvælingar, eru Livar Nysted og róðrarfelagar hansara nú á ferð víðari á langa rógvitúrinum úr Portugal tvørtur um Atlantshav til Franska Guijana.
Í gjár løgdu teir inn í havnabýnum Arrecife á kanarisku oynni Lanzarote at fáa nakrar umvælingar gjørdar. Trupulleikin var, at battaríið umborð avladaði, greitti skiparin, Ralph Tuijn frá í gjár.
Les: Fara inn í Lanzarote at kanna løðaran
Livar og ferðafelagar hansara rógva nú fram við Fuerteventura á Kanariuoyggjum
Túrurin úr Suðurportugal til Kanariuoyggjar tók níggju dagar.
Tíðliga í morgin settust teir til árarnar aftur, og um middagsleitið í dag vóru teir komnir til næstu kanarisku oynna, Fuerteventura við kós suðureftir móti Grønhøvdaoyggjum, Cape Verde.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald