2024-05-09 08:48
Undir Fossum ovarliga á vestara armi í Klaksvík er góður, breiður vegur og lætt er at trýsta ov fast á spidaran. Eftir áheitan frá íbúgvum í økinum gjørdi løgreglan í gjár ferðslukanningar í økinum.
Og har fekst váttan um, at fólk koyra ov skjótt. Seks koyrdu millum 64 og 72 km/t, og tað gevur bót. Ein koyrdi 74 km/t sum gevur klipp. Í einum føri var tað eitt barn sum ikki sat íbundið, og ein bilførari hevði ikki koyrikort uppi á sær.
Løgreglan sigur, at hetta er meint sum fyribyrjandi átak í økinum, og upplýsir at fleiri ferðslukanningar fara at vera gjørdar í økinum í næstum.
Ferðslukanningarnar vórðu gjørdar seinnapartin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald