Innanlands

Koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020

93% av tunlinum er boraður

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-04-15 09:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin var aðalfundur í P/F Eystur- og Sandoyartunlum. Fundurin varð hildin í hølum felagsins í Rektaragøtu í Tórshavn. 

Á fundinum varð greitt frá virkseminum hjá felagnum seinasta árið, og ársfrágreiðing varð løgd fram. Nevndin varð afturvald. Í nevndini eru: Bergur Poulsen, formaður, Marita Súsanna Hentze, næstforkvinna, Gudmund Mortensen, nevndarlimur og Uni Danielsen, nevndarlimur.

Eisini varð greitt frá, at Eysturoyartunnilin er nú komin so langt, at tað eftir ætlan verður sprongt ígjøgnum móti Rókini í mai og millum Eysturoynna og Streymoynna í juni, skrivar Samferðslumálaráðið á heimasíðuni.

Hetta merkir, at í dag er tilsamans 93% av tunlinum boraður, síðani byrjað varð at bora í 2017.

Koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder