Innanlands

Koyrdi 107 km/t í Norðoyatunnlinum

Bilførarin fær klipp í koyrikortið

2019-11-26 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan avdúkaði í nátt ein bilførara, sum koyrdi ov skjótt. Tað var í Norðoyatunnlinum, har ein bilur var skrásettur fyri at koyra við eini ferð á 107 kilometrar um tíman.

Og tað er nóg mikið til at fáa eitt klipp í koyrikortið.

Annars hevur náttin verið friðarlig hjá teimum løgreglufólkum, sum hava verið á vakt. Náttin varð tí brúkt til at gjøgnumganga listan hjá Akstovuni yvir bilar, sum ikki hava síni viðurskifti við myndugleikarnar í ordan, tað verði seg vantandi sýn ella ógoldnar rokningar fyri vegskatt og trygging.

Løgreglan var úti og klipti nummarspjøldrini av átta bilum í hesum sambandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder