2023-11-14 09:34
Ein bilførari, sum í gjár helt fótin heldur tungt á spitaranum, fær nú eina bót og klipp í koyrikortið.
Ferðsluløgreglan gjørdi ferðakanning uttan fyri uttan fyri bergholsmunnan í Kollafirði, og her varð ferðin á einum bili máld til 110 kilometrar um tíman, sum er væl oman fyri hægst loyvdu ferð.
Ferðsluløgreglan kannaði eisini fleiri bolar í Havn og í Eysturoynni í gjár. Fimm mál vórðu skrivað. Í trimum førum var talan um koyring við handhildnari telefon, í einum føri fyri koyring uttan trygdarbelti og í einum føri var okkurt óvirkið ljós á bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald