Innanlands

Koyrdi 127 km/t í Kalbaksbotni

Hetta var í einari yvirháling - bilførarin fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein annar fekk klipp

2020-06-03 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina eru fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ógvuliga skjótt millum Fjarða.

Koyrdu 144 og 150 km/t millum Fjarða

Í morgun støgaði løgreglan tveimum bilum á Kalbaksvegnum, har tann eini koyrdi 127 kilometrar um tíman, tá hann var í gongd við eina yvirháling. Fyri tað skal bilførarin upp til nýggja koyriroynd skjótt - annars missur hann koyrikortið (treytað frádøming).

Ein annar bilførari koyrdi 109 km/t. Tað gevur klipp og bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder