Innanlands

Koyrdi 129 kilometrar um tíman

Bilførarin hevði heldur einki koyrikort, so hann er eisini skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-06 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru tríggir bilførarar tiknir í ferðsluni.

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri at koyra nógv skjótari enn loyvt var. Hann koyrdi 129 kilometrar um tíman í einum øki, har mest loyvda ferðin er 80.

Men ikki nokk við tí, so hevði hann heldur einki koyrikort, tí tað hevði hann mist frammanundan.

Bilførarin er sostatt skuldsettur bæði fyri at koyra ov skjótt og fyri at koyra í frádømingartíðini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í nátt vórðu tveir aðrir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir í høvuðsstaðnum.

Tann eini var ávirkaður av rúsdrekka, og hin var ávirkaður av bæði rúsdrekka og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder