Innanlands

Koyrdi 138 km/t – missir koyrikortið á staðnum

Ferðsluløgreglan støðgaði trimum bilum, sum koyrdu og skjótt í gjár og í nátt

2020-08-28 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi í nátt ferðslukanningar, millum annað í Kaldbaksbotni.

Har støðgaðu tey einum bili, sum var skrásettur at koyra við eini ferð á 138 kilometrar um tíman.

Í slíkum føri missir bilførarin koyrikortið á staðnum, staðfestir vakthavandi á politistøðini.

Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár eisini kanningar á Glyvursvegnum á Argjum, sum er brekkan niðjan á til býlingin undir Kongavarða og Hamaran.

Tvey ferðslumál vórðu skrásett.

Annar bilurin koyrdi 75 og hin 91 kilometrar um tíman. Hóast vegurin er beinur og góður, er talan um bygd øki, har hámarksferðin er 50 km/t.

Fyrri bilførarin fær klipp og bót – hin fær treytaða frádøming av koyrikortinum, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder