Innanlands

Koyrdi 143 kilometrar um tíman

Løgreglan gjørdi ferðamátingar í Kaldbaksbotni í gjár, og tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-08-16 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í Kaldbaksbotni, og har vórðu trý mál skrivað.

Tveir bilførarar koyrdu ávikavíst 104 og 107 km/t, og tann triði koyrdi heilar 143 km/t.

Allir tríggir fáa bót. Hjá tveimum teirra er upphæddin 2.000 krónur, meðan tann triði fær eina bót á 3.500 krónur, umframt at hann hevur mist koyrikortið.

Annars hevur verið stak friðarligt í gjárkvøldið og í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder