2025-09-23 08:49

Ferðsluløgreglan gjøgdi ferðslukanningar á Kambsdali í gjár. Her varð ein bilur til at koyra so skjótt, at maðurin, sum sat við róðrið, misti koyrikortið á staðnum.
Eftir at hava trekt óvissuna frá mátingini, sum ferðmátarin vísti, varð staðfest, at bilurin koyrdi minst 146 kilometrar um tíman.
Bilførarin var fyrst í tjúguárunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald