Beint fyri klokkan eitt í nátt fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Norðdepilstunlinum.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein motorsúkkluførari var dottin.
Hann fekk ongan álvarsaman skaða, men hann hevur møguliga brotið tummilin, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at talan var um ein óroyndan førara.
Motorsúkklan fekk eisini eitt sindur av skaða.
Í gjár var ein bilførari við Gøtugjógv eisini tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.
Í bygdum øki er bert loyvt at koyra 50 km/t, og ferðin hjá honum var 73 km/t. Tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.
Neyðbluss stolið úr smábátum
Í gjár fekk løgreglan eisini tvær fráboðanir um innbrot.
Brotið varð inn í tveir smábátar, sum báðir lógu Undir Gøtueiði.
Í báðum førum hevði brotsmaðurin stolið neyðbluss umframt ymiskt annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald