Løgreglan upplýsir, at í gjár varð ein bilførari tikin við Gøtugjógv. Viðkomandi koyrdi 85 kilometrar um tíman í økinum, har markið er 50 kilometrar um tíman. Bilførarin fær bót og skal taka koyrikortið av nýggjum.
Hundabit og innbrot í bingjum
Løgreglan hevur fingið tvær fráboðarnar um innbrot í bingjum. Tann eina var á Høgabóli, men hon var tóm. Hin bingjan, har innbrot hevur verið seinastu tíðina, var á Skipanesi. Har vórðu nakrar gassfløskur tiknar.
Í gjár fekk løgreglan í Havn eina uppringing úr Suðuroynni. Tað var ein maður, ið boðaði frá (meldaði), at hann varð bitin av hundi, meðan hann var á fjalli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald