Tað kemur fyri, at ung fólk á prutlum stuttleika sær við at koyra aftaná løgreglubilum, og tað hendi aftur í nátt.
Løgreglan fekk fatur á einum prutlførara, sum hevði koyrt aftaná løgregluni í Havn.
Talan var um ein blaðungan persón, sum ikki hevði koyrikort til prutlið, og umframt hetta var viðkomandi eitt sindur ávirkaður av rúsdrekka.
Tá løgreglan steðgaði viðkomandi, og førarin fór av prutlinum, koyrdi tað víðari av sær sjálvum og rakti ein mann, sum tó ikki fekk nakran skaða.
Av tí at prutlførarin var ávirkaður verður málið skrásett sum eitt ferðsluóhapp við rúsdrekka uppií, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at løgreglan hevur tosað við foreldrini hjá føraranum.
Vaktleiðarin heitir á fólk um ikki at gera slíkt og geva løgregluni frið at arbeiða.
Í morgun, beint fyri klokkan seks, var eisini skrásett eitt ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum.
Talan var um ein bilførara, sum koyrdi ávirkaður og rendi á ein lyktapela. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald