2023-10-04 09:43
Í gjár varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri at koyra ávirkaður og fyri at bróta lógina um rúsevni.
Viðkomandi varð steðgaður av løgregluni, og tá hann varð kannaður vísti tað seg, at hann varð ávirkaður av hassji. Bilurin varð síðani kannaður, og tá fann løgreglan útgerð at roykja hassj við.
Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, og síðani varð hann leyslatin aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald