Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Ein bilførari er skuldsettur fyri at hava rúsevni uppiá sær

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-13 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Runavík tikin fyri at koyra ávirkaður.

Viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsevnum, og tá bilurin varð kannaður fann løgreglan eisini eitt sindur av hassji.

Sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og fyri at hava rúsevni uppiá sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder