2025-04-13 09:32

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, men tíðliga í morgun vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina.
Ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoyartunlinum. Blóðroynd varð tikin, og løgreglan metti, at hann var ov drukkin at klára seg sjálvan, so hann varð tikin við á støðina, og har er hann framvegis, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hinir báðir bilførararnir vóru tiknir í miðbýnum í Havn. Teir koyrdu ímóti ferðsluni, og tað fáa teir eitt klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald