2025-09-07 11:23

Hóast nógv fólk hava verið í býnum í nátt, hevur náttin sum heild verið friðarlig, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tó var eitt ferðsluóhapp á Sandoynni, har ein bilur rendi á ein garð.
Tað vísti seg so, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og er hann skuldsettur fyri hetta.
Lagt verður afturat, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald