Innanlands

Koyrdi rúsdrekkakoyring í nátt

Bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður, og nú bíðar løgreglan eftir blóðroyndini, áðrenn næsta stigið verður tikið

2019-04-20 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nátt hevði løgreglan ikki nógv at gera í náttarlívinum. Nøkur skeinkistøð hava verið kannaði, men har var einki at koma eftir. 

Vakthavandi upplýsir, at bert eitt mál var. Talan var um ein bilførara, ið varð steðgaður. Tað vísti seg, at viðkomandi var ávirkaður og harvið er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin, og tá úrsltii av henni fyriliggur, kann meira verða gjørt við málið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder