Mentan

Koyrdi stóru upphæddina í reyða leypin, men lendi á bláa leypinum

Cheyenne Josephsen sat eftir við 12.500 krónum

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-11-29 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var Cheyenne Josephsen í Klaksvík, sum í kvøld fekk møguleikan at fara avstað við øllum í gekkinum.

1.650.000 krónur vóru uppá spæl, og Cheyenne valdi at koyra alla upphæddina í reyða leypin, hetta hóast hon hevði møguleikan at deila upphæddina í trý og økja um møguleikan at vinna.

Í fyrsta snari lendi Cheyenne á bláa leypinum, og hon hevði møguleika at velja millum tað, sum var í leypavinningunum.

Hon valdi royna eydnuna einaferð afturat. Aðru ferð fór hon beint framvið reyða leypinum og lendi á 10.000 krónum sum kundu faldast við trý, sum gav 30.000 krónur. Cheyenne valdi at royna enn einaferð.

[object Object]

Triðju og seinastu ferð kom Cheyenne Josephsen á 12.500 krónur. “Tað er ikki so galið”, helt verturin Petrina Berg fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder