
Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Havn skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við eitt ferðsluóhapp.
Tað var um klokkan 22 fríggjakvøldið, at boðað varð frá, at ein bilur hevði koyrt á ein parkeraðan bil, og var síðani koyrdur av staðnum.
Tað eydnaðist tó løgregluni at finna bilin og bilføraran stutt frá óhapsstaðnum, og tá bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.
Verður ein tikin ávirkaður innan fyri seks tímar eftir eitt ferðsluóhapp, verður ein skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og tí verður hesin skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, umframt at hann verður skuldsettur fyri at rýma frá einum ferðsluóhappi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald