2025-09-16 08:02

Eitt ferðsluóhapp hendi á Klaksvíksvegnum í Klaksvík um 14-tíðina í gjár.
Ein persónbilur, sum koyrdi út á høvuðsvegin av einum p-bási, sá ikki ein lastbil, sum kom koyrandi eftir Klaksvíksvegnum. Bilarnir rendu saman, og persónbilurin fekk so mikið stóran skaða, at hann mátti flytast burtur. Ongin persónsskaði hendi. Bilførarin í persónbilinum verður nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Fyrrapartin í gjár var ein bilførari tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður. Hetta var eisini í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald