Innanlands

Koyrdi við 130 kilometra ferð gjøgnum Kambsdal

Tað loysti seg hjá løgregluni at fjala seg í einum vøruvogni í gjár. Men slíkt gera vit bert í undantaksførum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni

2023-09-28 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað loysti seg hjá ferðsluløgregluni at fara til Fuglafjarðar í gjár “in disguise” við at læna ein vøruvogn hjá ein byggifyritøku heldur enn at fara í egnum akfari við “politi” á síðuni.

Á Kambsdali varð ein bilførari tikin fyri at koyra 130 kilometrar um tíman, ein ferð, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Og í Fuglafirði fekk løgreglan eisini “fatur á” fleiri ólógligum prutlum ella skutarum.

Les eisini: Tóku ferð úr arbeiðsbili hjá byggifyritøku

Á kunningarfundi við miðlarnar í morgun legði vaktleiðarin hjá løgregluni dent á, at tað er bert í undantaksførum, at løgreglan fjalir seg á hendan hátt, tá talan er um ferðslukanningar.

- Tað er hægst í einum føri út av 200, at vit fara út á henda hátt, altso at vit fjala okkum. Vanliga standa vit frítt frammi og gera ferðslukanningar, og við at vera sjónlig tænir tað eisini endamálinum, sum er at fáa ferðina niður hjá akførunum.

- Men tað eru element, sum vit ikki fáa fatur á, og sum vit ongantíð sleppa undan. Í gjár gjørdu vit tí eitt málrættað átak fyri at fáa fatur á slíkum elementum, sigur vaktleiðarin.

Hann viðgongur, at bilførarin, ið var avdúkaður í gjár var ein, sum løgreglan hevur fingið fráboðan um fleiri ferðir, men sum tað ikki hevur eydnast at avdúka fyri at koyra ov skjótt.

Somuleiðis er við ólógligu skutarunum, sum hava verið til ampa fyri fólk, men sum altíð eru burtur, tá løgreglan kemur á staðið.

Á ferðini í Eysturoynni í gjár, gjørdi løgreglan eisini kanningar nærhendis skúlan við Gøtugjógv. Úrslitið var ein bilur, sum koyrdi 72 kilometrar um tíman í bygdum øki, seks bilførarar, sum tosaðu í fartelefon, tvær skeivar lyktaføringar og onkur, sum ikki var íbundin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder