Innanlands

Koyrdu av vegnum: Rættiliga ávirkaðir av rúsdrekka

Tveir útlendingar, sum vóru í ferðsluóhappi í nátt, liggja á støðini í morgun og sova rúsin av sær

2025-04-11 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 4 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin av vegnum omanfyri Hvítanes.

Tá løgreglan kom á staðið vóru tveir menn nærhendis, og tað vísti seg at tað eru helst teir sum hava koyrt. Trupulleikin var bara, at teir vóru so fullir og skiltu heldur ikki, hvat bleiv sagt við teir.

Talan er um útlendingar.

[object Object]

Menninir vóru koyrdir á støðina, og har liggja teir enn og sova rúsin av sær. Tá teir fáa eygu, verða teir skuldsettir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Hvørgin teirra fekk nakran skaða, men bilurin fór illa.

Nú skulu kanningar gerast av bilinum, so staðfestast kann, hvør av teimum hevur koyrt bilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder