Innanlands

Koyrdu ov skjótt í bygdum øki

Tveir bilførarar í Søldarfirði fingu klipp í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-01 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Teir koyrdu báðir 76 kilometrar um tíman inni í Søldarfirði, har mest loyvda ferðin er 50.

Hetta gevur eitt klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder