Innanlands

Koyrdu púra svakt í Eysturoy

Tveir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum í nátt

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-11 08:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Náttin hevur verið friðarlig í nátt, og tá plagar løgreglan at fara út við radaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyra. 

Løgreglan var hesaferð og gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni, og tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt í nátt. 

Klokkan kvart yvir eitt tók løgreglan ein bilførara, sum koyrdi 149 kilometrar um tíman, og gott ein tíma seinni tók løgreglan ein annan bilførara fyri at koyra 138 kilometrar um tíman, har tað annars bert er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

Báðir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum. Praksis er tó, at loyvt er at koyra døgnið út - so bilførararnir vórðu tí ikki noyddir at biðja um eitt lift á miðjari nátt. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder