Innanlands

Krabbameinsfelagið: Nýtt ókeypis rørslutiltak í Klaksvík í heyst

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum, verður skipað fyri einum tilboði fyri fólk, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-16 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður farið undir nýtt rørslutilboð í Klaksvík, fyri folk við krabbamein. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum.

Vit byrja hóskvøldið 1. oktober kl. 19.00 – 20.00 í fimleikahøll2/norðurhøll í skúlanum á Ziskatrøð.

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Tað er ókeypis at luttaka

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Venjari er Jóngerð Biskupstøð, fysioterapeutur. Vant verður hóskvøld kl. 19.00 – 20.00 í fimleikahøll2/norðurhøll í skúlanum á Ziskatrøð.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder