Innanlands

Krabbameinsfelagið stuðlar ílegugransking av bróstkrabba

Elisabeth Thomsen fer at lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, verkætlanarleiðari, og Elisabeth Thomsen, MSc í lívfrøði

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, verkætlanarleiðari, og Elisabeth Thomsen, MSc í lívfrøði

2020-07-09 12:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 1. september fer Elisabet Thomsen, MSc í lívfrøði, í gongd við eina verkætlan innan bróstkrabba. Endamálið við verkætlanini er at finna og lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum.

Krabbameinsfelagið hevur júst stuðlað verkætlanini við 300.000 krónum, harav eru 100.000 krónur frá Bót til Bata, sum er ein bólkur fyri kvinnur við bróstkrabba.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, fegnast:

- Við stuðlinum frá Krabbameinsfelagnum kunnu vit víðka verkætlanina og koma nærri ásettu málunum. Verkætlanin fer væntandi at økja vitanina um bróstkrabba í Føroyum og leggja lunnar undir ílegukanningar, sum eru lagaðar serliga til føroyingar, sigur hon.

Gransking vísir, at orsøkin til bróstkrabba m.a. liggur í ávísum ílegum, og tískil verða kendar ílegur so sum BRCA1 og BRCA2 kannaðar hjá sjúklingum við bróstkrabba. Hóast kanningar av føroyskum sjúklingum vísa, at bróstkrabbi partvís tykist at vera arvaligur í Føroyum eins og aðrastaðni, so hevur higartil ikki borið til at víst á ílegur, sum eru atvoldin til bróstkrabba hjá føroyingum.

Tískil fer hendan verkætlanin m.a. at kanna, um til ber at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til bróstkrabba í Føroyum, og um samband er millum ílegur og hormonbroytingar hjá sjúklingum við bróstkrabba. Málið er eisini, at kanningarnar lata upp fyri, at bróstkrabbaviðgerðin verður lagað til einstaka sjúklingin, og at kunna bjóða sjúklingum og avvarðandi genetiska ráðgeving í Føroyum.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið, Rískisjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, er verkætlanarleiðari og Bjarni á Steig, yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarahavi. Umframt stuðulin frá Krabbameinsfelagnum hevur verkætlanin fígging frá Sjúkrakassagrunninum og Granskingarráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder