Mentan

Krabbarok í SMS

Í ár eru 10 ár liðin, síðan fyrstu lættlesibøkurnar í krabbarøðini komu

2018-09-12 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár eru 10 ár liðin, síðan fyrstu lættlesibøkurnar í krabbarøðini komu; tað hátíðarhalda vit í Rit & rák í SMS fríggjadagin 14. september við framløgu av 6 feskum upprunaføroyskum krabbum.

Tær 6 nýggju krabbabøkurnar eru Eg vil heim og Mina, hvør eri eg? sum Lydia Didriksen hevur skrivað; Trina Gaard hevur myndprýtt ta fyrru og Edward Fuglø ta seinnu. Tvær faktabøkur um djór, Eg og mítt kelidýr, hundur og Eg og mítt kelidýr, ketta; Beinta Johannessen hevur skrivað báðar. Veður, sum Hanus Kjølbro hevur skrivað, og Katrin í Toftum, sum Ingun Christensen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá myndprýtt.

Krabbabøkurnar eru 290 bøkur í tali; harav eru 33 upprunaføroyskar. Bøkurnar eru í 7 torleikastigum, har gulur er lættasti krabbin, og gráur er torførasti krabbin; til fýra tey lættastu torleikastigini eru uppgávur. Lesifrøðingur viðger allar bøkurnar, eins og uppgávurnar.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva bøkurnar út í felag. Forløgini tóku stig til hesa lættlesirøðina, tí lærarar sóknaðust eftir bókum, sum vóru lættari at lesa enn tær, sum tá vóru tøkar. Í úrvalinum av krabbabókum eru alt slag av bókum; bøkur um vinalag og happing, kærleika og sorg, bøkur um børn, sum hava serlig áhugamál, skemtibøkur, ræðubøkur, krimibøkur og faktabøkur um alskyns evni. Serliga tær upprunaføroysku bøkurnar eru millum best umtóktu og mest seldu bøkurnar.

Í sambandi við 10 ára dagin og nýggju útgávurnar verður tiltak í Rit & ráki í SMS klokkan 16; Elin á Rógvi tosar við allar teir fýra rithøvundarnar, umframt er tónleikur og drekkamuður á skránni.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder