Innanlands

Krabbavandi – kókið rísini øðrvísi

Danska matvørustýrið sendir út nýggja vegleiðing. Kókið rís í nógvum vatni

(Mynd: Visualhund)

(Mynd: Visualhund)

2024-02-19 15:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vandin fyri krabbameini við at eta rís og rísvørur er munandi størri enn higartil hildið. Orsøkin er evnið ólívrunnið (óorganiskt) arsen.

Tað kemur fram í eini nýggjari vandameting, sum evropeiski matvørutrygdarstovnurin EFSA hevur gjørt, skrivar dr.dk.

Tí verður markvirðið fyri hvussu nógv ólívrunnið arsen ein persónur eigur fáa í seg sett niður.

Max Hansen, granskari í matvørum hjá DTU í Danmark sigur, at vandin er lítil, og at hann kann minka við nøkrum einfaldum ráðum.

- Rís er framvegis góður og heilsugóður kostur, men ein skal nokk ikki eta tað hvønn dag, heldur ikki rískeks ella drekka rísdrykk, sigur hann.

Kemur frá vatninum

Arsen er eitt grundevni, sum á enskum eitur arsenic. Tað er tað ólívrunna arsenið, sum heilsumyndugleikarnir óttast. Ólívrunnið arsen finst millum annað í rísi, tara og drekkivatni. Tað kann elva til krabbamein hjá fólkum. Hetta er ikki galdandi fyri lívrunnið arsen, sum eitt nú finst í fiski.

Evnið arsen verður tikið upp í rísini frá vatninum, sum markirnar verða vatnaðar við, og tí er sami vandi galdandi fyri vistfrøðilig rís.

Ólívrunnið arsen kann føra til størri vanda fyri lungnakrabba, men vandin er langt frá eins stórur, sum t.d. við royking, sigur Max Hansen.

[object Object]
Mælt verður frá at geva børnum rískeks

Skolið og kókið í nógvum vatni

Danska Fødevarestyrelsen mælir frammanundan foreldrum frá, at geva børnum rískeks og rísdrykk. Nú verður eisini mælt vaksnum frá at drekka ov nógv av hesum drykki, sum av summum verður brúktur í staðin fyri mjólk.

Nýggju ráðini viðvíkjandi rísi eru nú at skola tey væl. Síðan skulu tey helst standa á bloti í tveir tímar í kuldaskpapi ella skoldað í kókandi vatni og standa á bloti í 15-30 minuttir. Hereftir skulu rísini kókast við ríkiligum vatni, eins og tá pasta verður kókað. Tá rísini eru kókað, verður vatnið sáldað frá og so skal grýtan standa við lokinum á í nakrar minuttir. Kókitíðin er ymisk alt eftir hvat slag av rísi talan er um, upplýsir Fødevarestyrelsen fyri dr.dk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder