![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bert smávegis materiellur skaði hendi, tá ein arbeiðskrani fyrrapartin koppaði á einum byggiplássi á Óðinshædd í Havn.
Tað er byggifelagið Húsavarðatænastan, sum er ígongd við at byggja íbúðir fyri Bústaðir á økinum. Tá kranin skuldi reisast fyrrapartin koppaði hann og rakti grannabygningin.
- Tíbetur var ongin persónsskaði og bert smávegis skaði á grannabygningin, segði Regin Petersen, stjóri á Húsavarðataænastuni við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri løtu síðani.
Talan er um ein lítlan ómannaðan krana, sum Húsavarðatænastan sjálv eigur, og sum hevur staðið á fleiri øðrum byggiplássum, áðrenn hann nú skuldi reisast til arbeiði á Óðinshædd.
Enn er óvist hvat orsøkin er til, at kranin koppaði. Arbeiðseftirlitið er við til at kanna málið.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald