Innanlands

Kreditvirðið er trið hægst á stiganum hjá Moody’s

Í metingini verður millum annað lagt dent á góða afturgjaldsførleikan hjá landskassanum orsakað av stóra minstagjaldførinum

2025-11-10 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Moody’s kunngjørdi 29. september 2025, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði á Aa2. Føroyar hava trið hægstu meting hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Í metingini verður millum annað lagt dent á góða afturgjaldsførleikan hjá landskassanum orsakað av stóra minstagjaldførinum. Landskassin skal sambært lóg hava 15% av BTÚ í minstagjaldføri, sum í 2025 svarar til slakar 4 mia. kr.

Tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina góða meting, tí tað økir um álitið hjá íleggjarum, sum vilja veita Føroyum lán. Góða metingin ávirkar eisini hvørja rentu landskassin skal rinda fyri síni lán. Jú betri kredittmeting, jú lægri er rentan, tá ið landið skal taka lán.

Ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður verri, millum annað um skuldin veksur munandi ella um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað.

Landsbankin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder