Danska ákæruvaldið krevur nú, at hald verður lagt á 190 milliónir krónur av ognini hjá einum donskum alara fyri at hava brotið náttúruverndarlógina.
Ákærumyndugleikin heldur, at alarin, sum býr í Juelsminde, hevur fingið so nógv burtur úr at bróta umhvørvisverndarlógina, at vinningurin á 190 milliónir skal konfiskerast, skrivar tv2.dk.
Løgreglan fyri Sønderjylland upplýsir í einum tíðindaskrivi, at talan er um umhvørvisbrot í samband við trý alibrúk í Horsens Fjord.
Talan er um útlát av køvievni og fosvor, langt oman fyri tað loyvda, í tíðarskeiðinum 2013 til 2018.
Alarin og fyritøkan eru eisini ákærd fyri at hava latið skeivar upplýsingar um framleiðslu og fóðurnýtslu til myndugleikarnar.
Ákærdi noktar seg sekan í øllum 31 ákærunum tilsamans, skrivar tv2.dk.
Ein professari í umhvørvisrætti á Keypmannahavnar Universiteti, Peter Pagh, undrar seg yvir málið. Bæði tí at kravið á 190 milliónir krónur í endurgjaldi er óvanliga høgt at seta einum støkum persóni, og tí at Miljøstyrelsen hevur ikki hevur fingið viðhald í líknandi málum fyrr orsaka av, at lógargrundarlagið fyri aling á sjógvi er fløkjasligt.
Óvist er nær sakarmálið kemur til viðgerðar í rættinum í Horsens, skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald