Kommunuvalið má víkja fyri landspolitiska drama'inum.
Kringvarpið skuldi senda annan part av kommunuvalsendingini Kom á Val eftir Dag og Viku, men eingin viðgerð verður av evnum, sum veljarin heldur hava týdning í sambandi við kommunuvalið - ikki hetta hóskvøldið.
- Politiska støðan, nú Ingilín D. Strøm hevur biðið um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna, fer at seta dám á Dag og viku í kvøld, sum verður longur enn vant.
Hesum boðar Kringvarpið frá.
Nú fyrrverandi landsstýriskvinnan segði embætið frá sær stutt eftir klokkan 16, áðrenn hon fall við atkvøðugreiðslu. Tað, at Ingilín Didriksen Strøm kom í hesa støðuna í dag, var heldur óvæntað.
Hetta kann eisini skaka samstarvið í samgonguni, tí at tað vóru Tjóðveldislimirnir Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sum eftir øllum at døma høvdu atkvøtt fyri misáltinum á Javnaðarkvinnuna saman við andsstøðuni.
Floksleiðslurnar hava havt fund eftir tingfundin, sum varð slitin, eftir at Ingilín Strøm legði frá sær.
Dagur og Vika er sum vant á skrá klokkan 19 og verður nakað longri enn vant hesaferð.
Til ber at lesa meira um málið í ymiskum greinum á portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald