
Voxbotn: Songkvinnan Kristel Lisberg hevur váttað, at hon fer at framføra á ársins Voxbotn 2025. Hon telist uttan iva millum okkara sterkastu songkvinnur, og hennara fangandi framførslur bera ein altjóða dám.
Tað verður ein stór rødd, ið tekur pallin, tá Kristel fer at framføra síni kendu og elskaðu løg á ársins konsertdegi.
Síðani hon gjørdist kend í Føroyum í nullunum, hevur hon givið út fleiri stór og vælumtókt løg, umframt at hon hevur staðið fyri óteljandi framførslum í heimsflokki.
Í 2016 fekk hon boð frá DR um at framføra balladuna “Who Needs a Heart”, sum var við í kappingini um at umboða Danmark í Eurovision. Lagið kom ikki gjøgnum nálareygað, men framførslan hjá Kristel fekk sera góða móttøku.
Síðani hevur Kristel framført nógv í bæði Danmark og Føroyum, og hartil givið út løg og sjónbandaløg.
Kontrikallið kom til Kristel
Tey, sum fylgja væl við tónleikaleiðini hjá Kristel, vita, at hon hevur skift út popptónleikin við country. Seinastu útgávur hennara hava havt ein greiðan country-dám, og tað tykist natúrligt, tá hugsað verður um hennara upphav. Pápi hennara er Jens Lisberg, sum er ein sonn drívmegi í føroyska country-umhvørvinum, og Kristel hevur slitið sínar barnaskógvar á pallinum saman við honum.
Skráin til OY Voxbotn er av álvara við at taka skap. Á skránni eru eisini Ester Kristiansen, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, og Týr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald