Innanlands

Kristianna heiðrað eftir 20 ár í starvi

Mikudagin var fráfarðingarløta í hølunum hjá Barnaverndartænastuni og Námsfrøðiligu Ráðgevingini, tá Kristianna Johannessen fór frá eftir at hava verið 20 ár í starvi hjá Klaksvíkar kommunu

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-06-28 20:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinnapartin mikudagin var fráfarðingarløta í hølunum hjá Barnaverndartænastuni og Námsfrøðiligu Ráðgevingini, tá Kristianna Johannessen fór frá eftir at hava verið 20 ár í starvi hjá Klaksvíkar kommunu. Formliga gevst Kristianna í starvinum 1. oktober 2019.

Kristianna hevur havt ymiskar uppgávur í kommununi. Hon byrjaði sum leiðari í dagrøktini 1. januar í 1990 og røkti tað starvið til 2001; eitt skifti hevði hon eisini ábyrgd av Fólkayvirlitinum. Eftir hetta fór hon í annað starv, men kom seinni  aftur í starv hjá Klaksvíkar kommunu, tá hon í 2010 byrjaði sum námsfrøðiligur ráðgevi hjá Námsfrøðiligu Ráðgevingini (NR) og sum familjuráðgevi hjá Barnaverndartænastuni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt røðu fyri Kristiannu á fráfarðingarløtuni, skrivar Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder