2020-11-10 22:30

Tað er ein sterkur felagslisti við Kristini Michelsen á odda, sum er valdur inn í kommunustýrið í Tvøroyrar kommunu.
Listin hevur meirilutan við fýra kommunustýrislimum og 51,6 prosent av atkvøðunum, meðan Javnaðarflokkurin við Bjarna Hammer á odda hevur fingið tríggjar limir og 37,5 prosent av atkvøðunum.
Kristin Michelsen fekk 285 atkvøður og gjørdist toppskorari.
Kommunustýrið á Tvøroyrar kommunu:
Kristin Michelsen 285 atkvøður
Bjarni Hammer 121 atkvøður
Kristina Roest 95 atkvøður
Anita Vibergsdóttir 84 atkvøður
Alvi Mortensen 63 atkvøður
Súsanna Bertholdsen 58 atkvøður
Jónleyg Jespersen Bech 43 atkvøður
Valluttøkan var 90,3 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald