Mentan

Kristina við á nýggjari Kandis-útgávu

Syngur duett saman við vælumtókta dansktop-sangaranum Johnny Hansen

2019-11-27 22:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá tað ræður um danskan dansibandstónleik, sokallaðan dansktop-tónleik, so er orkestrið Kandis nakað av tí størsta, sum er til.

Kandis hevur júst givið út nýggja útgávu, og á henni er ein sangur, har Kristina Bærendsen syngur duett saman við Kandis-forsangaranum, Johnny Hansen.

Nýggja fløgan hjá Kandis eitur ”Kandis 19: Latest & Gratest”, og hevur fimm nýggjar innspælingar, men er annars ein samling av gomlum hittum hjá bólkinum, sum hevur spælt saman síðan 1989.

Johnny Hansen er heilt stóra danstktop-stjørnan. Byrjaði at spæla hetta slag av tónleiki sum blaðungur, tí hann hevur fingið sangirnar inn við móðurmjólkini. Pápi hansara er Bjørn Hansen, forsangari í Bjørn og Okay, sum var tað størsta innan hetta slagið av tónleiki áðrenn sonurin tók yvir.

Nýggja lagið, har Kristina Bærendsen syngur við eitur ”Ser du en anden nu”, og kann upplivast á Spotify:

Í grein í Familie Journal í dag greiðir Johnny Hansen frá, at hann fyrstu ferð hitti Kristinu Bærendsen á vælumtókta spælistaðnum Mariehaven í Ansager, sum fleiri kenna frá sendingum á sjónvarpsstøðini DK4.

Ætlar at flyta til Danmarkar
Johnny visti um Kristinu, tí guittaristurin Jens Varmløse, sum hevur framleitt nýggju fløguna hjá Kandis, hevði tosað so jaliga um dugnaligu føroysku sangarinnuna, sum seinastu tíðina hevur búð í Íslandi. Johnny Hansen útnyttaði møguleikan til at fáa Kristinu at syngja við á nýggju fløguútgávuni.

Í greinini í Familie Journalen greiðir Kristina Bærendsen frá, at hon spælir við tankanum um at flyta til Danmarkar.

Hon eigur eini hús í Danmark. Í Snertinge í útnyðringspartinum av Sælandi, sum hon hevur arbeitt upp á í eina tíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder