Innanlands

Kroatiskir hooligans skapa ótta í býarlívinum

Av teimum kanska 400 fótbóltsfjepparunum, sum eru komnir at hyggja eftir dystinum á Tórsvølli í kvøld eru rættiliga nógvir, sum bert eru úti uppá at skapa balladu

Soleiðis sær út í Gríms Kambandsgøtu í dag

Soleiðis sær út í Gríms Kambandsgøtu í dag

2024-08-01 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skeinkistøðini í Havn, sum í gjárkvøldið høvdu vitjan av kroatum, ið eru komnir higar at hyggja eftir fótbólti, eru rættiliga skelka av atburðinum hjá nøkrum av hesum áskoðarum.

- Teir uppførdu seg so ófantaliga, at vit gjørdust bangin fyri teimum. Teir vóru hóttandi og bert úti upp á at skapa illstøður og at oyðileggja. Vit valdu at steingja, tí vit tordu ikki at hava opið.

Soleiðis greiðir Gurli Niclasen, leiðari á Irish Pub og Glitnir, frá.

Roykja feitar og sniffa banar uttanfyri

Aftur í dag hava tey havt trupulleikar av hesum áskoðarunum.

- Vit vilja ikki hava hesar kroatar inn til okkara. Vit hava tí valt at seta ein vaktarmann í dyrnar, og hesum loyvir einans kendum kundum – føroyingum – inn. Vit hava jú nógvar kundar, sum koma til okkara í dagin fyri at keypa sær kotelett, greiðir Gurli frá.

Á Glitnir hava tey eina kenslu av, at tað ikki er tann stóra hjálpin at fáa frá løgregluni. Løgreglan var tilkallað nakrar ferðir í gjárkvøldið, men teirra innsatsur hjálpti so at siga einki.

Í dag hava kroatarnir sitið uttan fyri skeinkistaðið í Lítluvík og notið egnar vørur, og tað er ikki bara drekkandi, men eisini roykjandi og sniffandi. Teir hava eisini framt beinleiðis herverk, við at skriva veggjakrutl við kroatiskum herrópum upp á hús og garðar í grannalagnum.

- Tá løgretlan fekk boð um hetta fingu vit einans boð um, at teir kanska kundu koma, um teir fingu stundir, sigur leiðarin á Irish Pub og Glitnir.

[object Object]Veggjakrutl teknað upp á Irish Pub

Bara úti eftir at skapa rok

Eisini skeinkistaðið Sirkus hevði somu upplivingar í dag. Tey kendu seg ótrygg, og valdu at lata aftur.

- Vit fingu eina ávaring um at teir fóra at koma til okkara, tá Glitnir hevði latið aftur.

- Og so var. Tað var týðuligt, at hetta vóru menn, sum einans vóru úti upp á at skapa rok. Tí valdi vit eisini at steingja – snøgt sagt, fyri at sleppa undan harðskapi og vandalismu, sigur Sunneva H. Eysturstein, eigari av Sirkus.

[object Object]
Opinlýs kokain-nýtsla uttan fyri Glitnir

- Síggja allir líka út og hava sama gongulag

Hon leggur eisini afturat, at tað bert eru nakrir av hesum kroatisku fótbóltsfjepparunum, sum høvdu ein hóttandi og ógvusligan atburð.

- Tað undarliga er, at teir allir eru skallutir, í svørtum klæðum og hava sama gongulag, sigur Sunneva H. Eysturstein.

Sirkus hevur enn ikki latið upp, og støða er ikki tikin til, hvussu gjørt verður í kvøld, tá tað kann væntast, at ógvusligu kroatisku áskoðararnir aftur vera í býnum.

- Men eg rokni við, at vit fara at steingja Sirkus áðrenn áskoðararnir koma oman í býin, sigur Sunneva H. Eysturstein, sum saknar, at støðini, sum virka í býarlívinum ikki verða betri ávarað og fyrireika upp á støður sum hesar.

- Her burdi okkurt verið gjørt, so vit vóru betri fyrireikað til líknandi støður í framtíðini, sigur hon. 

Les eisini: - Løgreglan er fyrireikað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder