Innanlands

Krúnprinsurin fingið staðfest diskusprolaps - men avlýsir ikki Føroyatúrin

Støðan kann gerast verri, um Fríðrikur krúnprinsur rennur langu teinarnar til Royal Run

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-05-29 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríðrikur krúnprinsur hevur fingið staðfest diskusprolaps í vinstru síðu. Hesum boðar Kongshúsið frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Hóast talan er um ein minni skaða, kann støðan versna, rennur krúnprinsurin 10 kilometrar teinarnar í ársins Royal Run.

Krúnprinsurin luttekur allíkavæl lutvíst í Royal Run, og gongur “One mile - Family“ teinin í Aarhus, har ung og gomul ganga stutta teinin. Eisini verður krúnprinsurin til staðar til Royal run í Føroyum og Keypmannahavn, upplýsir Kongshúsið.

Royal Run í Klaksvík verður leygardagin 1. juni, og heili 3.700 fólk hava meldað seg til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder