Innanlands

KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna

Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-07 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum. Hetta so at man í einari knappari vending kann reagera upp á ymiskt, ið kann benda á, at onkur ella okkurt er í holt við at gera seg inn á undirstøðukervið.

Við amboðum og tøkni frá Fortinet og einum stórum toymi av serfrøðingum, verða allar eindir settar til at avhenda loggar á sama stað. Loggarnir verða síðani gjøllkannaðir av vitlíki (AI) og serfrøðingum allar dagar og tímar í árinum. Verður okkurt undranarvert staðfest, fer ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum sløkkir eindina, áðrenn meira kann henda. Boð verða samstundis send til Elektron, sum í hesum virkar sum net-vakt og 2nd level support fyri Fortinet og KT-landsins.

Á rættari leið móti at røkka málum
Hetta frambrotið er ein stórur liður í at røkka málum nummar 1, 2 og 5 í nettrygdarætlanini, sum varð løgd fram í septembur 2023 av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

- Hetta er eitt veruligt lyft innan KT-trygd í Føroyum, sum vit vóna kann breiðast út til alt týðandi KT-undirstøðukervi í Føroyum; sigur Kristjan Petursson, tøkni- og rakstrarleiðari á Elektron.

Tætt samstarv
Elektron hevur í 10 ár havt eitt tætt samstarv við Fortinet. Fortinet varð stovnað í Sunnyvale í California, og hevur m.a. sum serfrøði at veita nettrygdarloysnir á altjóða stigi.

Net-toymi í Elektron hevur í fleiri førum útmerkað seg við sertifiseringum frá Fortinet, og hevur við tætta samstarvinum við Fortinet atgongd til serfrøðingar. Eisini fær Elektron við samstarvinum góða ráðgeving og hjálp, til gagns fyri okkum, okkara kundar og nú eisini allar Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder