Suspekt verður mettur sum ein av teimum bestu rappbólkunum í Danmark. Bólkurin hevur røtur aftur til 1999. Tað verður sagt um bólkin, at tað var Supspekt sum gav danska hip hop og rapptónleikinum kant, tá teir introduseraðu sín skitna og ráa tónleik fyri áhoyrarunum. Við tekstum um sex, sprutt og rokk and roll lívstíl, kom Suspekt á danska pallin við einum heilt nýggjum tóna.
Síðani hevur Suspekt verið mett sum ein sannur tungvektari á danska tónleikamarknaðinum, sum ferð eftir ferð megnar at sannføra og førføra áhoyrarar og ummælarar. Bólkurin hevur fingið tríggjar gullplátur og 2 platinplátur. Og nú koma teir so at sannføra føroyingar, tá teir trína á pallin til Okkara Tórsfest tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.
Frammanundan er longu greitt, at rokkúrmælingurin úr Twisted Sister, Dee Snider, fer at framføra á Okkara Tórsfest 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald