Innanlands

Kundu ikki útiloka, at talan var um vandamiklan lut

Luturin, sum ein borgari fann í túninum hósdagin, varð burturbeintur fyri at binda um heilan fingur, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum borgara í Havn, sum fann ein ókendan lut eftir at hava grivið í túni sínum. Arktisk Kommando kannaði málið, men ikki kundi staðfesta, hvat tað var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Talan var um eitt stálhylki, sum hevði hol borað í endanum, og nakað, sum líktiskt leidningum. Tað kundi ikki útilokast, at talan var um eina spreingiløðing av onkrum slagi, og tí varð luturin burturbeindur fyri at binda um heilan fingur.

Tað er vanlig mannagongd at senda boð eftir Artisk Kommando, tá okkurt illgrunasamt verður funnið, og tey hava eina mannagongd fyri burturbeining av slíkum, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder