Granskingarráðið hevur latið upp fyri umsóknum um stuðul til gransking í 2027, og seinnapartin verður kunningarfundur um stuðulsmøguleikar, krøv og treytir í hesum sambandi.
Kunningarfundurin verður klokkan 14 til 15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, veghædd.
Reglurnar - Terms of Reference - fyri umsóknir eru dagførdar og ein neyvari vegleiðing gjørd. Mælt verður tí til, at bæðir nýggir og royndir umsøkjarar koma á fundin, skrivar Granskingarráðið.
Freistin at søkja um stuðul til gransking í 2027 er 15. februar 2027 klokkan 12.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru níggju milliónir krónur settar av til stuðulsskipanina. Í 2026 var játtanarparturin sløk 18 prosent, tí átta av 46 umsóknum fingu játtaðan stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald