2020-11-09 06:46

Tað eru bara fýra, sum eru positiv við covid-19 í Føroyum í løtuni, men kortini bendir okkurt á, at koronutilmælini vera herd í dag.
Løgmansskrivstovan skipar fyri tíðindafundi í Kringvarpinum klokkan 9.
Í grannalondunum eru koronatølini vaksin nakað, og farsóttarnevndin hevur givið landsstýrinum tilmæli um hvat kann gerast fyri at minka um vandan fyri útbroti í Føroyum.
Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, og læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald