Áhugin fyri vinnuligari taraaling er vaksandi í Evropa og í USA, og hesin áhugi er grundaður á ein øktan eftirspurning eftir heilsugóðum mati og týdningarmiklum evnum í taranum, ið m.a. verða nýtt í fóðri, kosmetikki og heilivági.
Harumframt kann taraaling verða við til at avmarka CO2 útlát.
Føroyska felagið Ocean Rainforest er við í fremstu røð í hesi menning, og gongdin kann veruliga fáa ferð á seg, nú taraaliloyvi verða givin út í næstum. Felagið hevur gjørt royndir við taraaling seinastu 10 árini, og komandi vikurnar fer Ocean Rainforest at hava kunningarfundir um taravirksemið, og hví og hvar felagið hevur søkt um taraloyvi.
Á fundinum verður greitt frá um taravirksemið higartil, hvørji marknaðarútlitini eru, og hvussu taraaling kann gerast ein burðardygg vinna í Føroyum. Eisini verður greitt frá um taralívfrøði – hvussu tarin verður sáddur, aldur og hvørji evni tarin inniheldur.
Kunningarfundirnir verða 27. februar í Funningsfirði, 3. mars í Gøtu, 4. mars í Kaldbak og 5. mars í Runavík. Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar. Til ber eisini at kunna seg um tiltøkini á heimasíðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald